Bretskur ráðharri raktur av jamming nær russiska markinum

Bretski verjumálaráðharrin, John Healey, varð hósdagin raktur av elektroniskum órógvi, meðan hann var umborð á einum flogfari hjá Royal Air Force nær russiska markinum.

John Healey kemur fyrr í mánaðin til stjórnarfund í Downing Street. Sambært bretskum miðlum varð flogfarið, hann ferðaðist við, rakt av elektroniskum órógvi nær russiska markinum. – Mynd: Brook Mitchell/Ritzau Scanpix

Tað skrivar bretska blaðið The Times sambært PA Media.

Talan var um sokallaða “jamming”, har samskiftisútgerð og GPS-skipanir verða órógvaðar elektroniskt.

Hendingin fór fram eftir eina vitjanarferð hjá John Healey hjá bretskum hermonnum í Estlandi.

Sambært frágreiðingini noyddust flogskipararnir at skifta til eina aðra navigatiónsskipan, og GPS-skipanin hjá flogfarinum varð sløkt alla tríggjar tímar longu ferðina.

Enn er óvist, um John Healey sjálvur var málið fyri órógvinum, men sambært BBC kundi flogleiðin hjá flogfarinum síggjast á almennum flogsporingarskipanum.