86 ára gamla Margreta drotning II er aftur innløgd á Ríkissjúkrahúsinum, minni enn eina viku eftir at hon seinast varð innløgd. (Savnsmynd) – Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Margreta drotning hevur verið innløgd fleiri ferðir

Margreta drotning II er aftur innløgd á Ríkissjúkrahúsinum, og tað er langt frá fyrstu ferð, at fyrrverandi danska drotningin hevur verið undir læknahond.

86 ára gamla Margreta drotning II er aftur innløgd á Ríkissjúkrahúsinum, minni enn eina viku eftir at hon seinast varð innløgd. (Savnsmynd) – Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

86 ára gamla Margreta hevur gjøgnum árini fingið fleiri skurðviðgerðir og hevur eisini verið innløgd fleiri ferðir.

Millum annað hevur hon verið skurðviðgjørd í knøum fleiri ferðir vegna slitgikt, fingið viðgerð fyri krabbamein og verið undir stórari ryggskurðviðgerð.

Í ár hevur hon eisini verið innløgd við hjartakrampa og fekk tá eina ballónvíðkan av hjartapulsæðrini.

Nú er hon innløgd aftur vegna eina størri blóðsavning í við mjødnina eftir at hon áður er dottin.

Fakta um heilsustøðuna hjá Margretu:

 

  • 1992: Knæskurðviðgerð vegna slitgikt
  • 1993: Meniskskurðviðgerð
  • 1994: Skurðviðgerð fyri krabbamein í undirlívinum
  • 2001: Knæskurðviðgerð vegna slitgikt
  • 2003: Ryggskurðviðgerð vegna spinalstenosu
  • 2006: Skurðviðgerð fyri brokk
  • 2007: Knæskurðviðgerð vegna slitgikt
  • 2018: Lasaraviðgerð fyri grástær
  • 2023: Størri ryggskurðviðgerð
  • 2024: Innløgd eftir fall
  • 2025: Innløgd við forkøling
  • 2026: Innløgd við hjartakrampa
  • 2026: Innløgd vegna blóðsavning við mjødnina

86 ára gamla Margreta drotning II er aftur innløgd á Ríkissjúkrahúsinum, minni enn eina viku eftir at hon seinast varð innløgd. (Savnsmynd) – Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix