Bridge: Liðið hjá Byggitilfar hevur lagt seg á odda í FM kappingini fyri lið

Tíðindaskriv: Fyrstu umførini í føroyameistarakappingini fyri lið vórðu leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 21. septembur.

Eins og undanfarna kappingarár luttaka 10 lið í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at fyrst verður leikt eitt grundspæl, har øll liðini møtast eina ferð í innanhýsis dytstum á 20 spøl. Í grundspælinum verða sostatt leiktir 9 dystir á 20 spøl. 

 

 

 

Síðani verður farið til endaspælið, har liðini verða býtt upp í 2 bólkar. 4 tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini 6 liðini koma í B-bólkin. 

 

 

 

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl. 

 

 

 

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

 

 

 

Úrslitini frá teimum trimum fyrstu umførunum í grundspælinum vóru hesi: 

 

 

 

Umfar 1:

 

 

Símun Lassaberg – Suðuroyar Bridgefelag

 
 

12,30 – 7,70

 
 

Byggitilfar – Rútar 7

 
 

19,41 – 0,59

 
 

Henriette Svenstrup – Hallur Ellingsgaard

 
 

1,57 – 18,43

 
 

Ace Beo – Jet Jam

 
 

14,76 – 5,24

 
 

Jóannes Mouritsen – Jassarnir

 
 

13,41 – 6,59

 

 

 

 

Umfar 2: 

 

 

Suðuroyar Bridgefelag – Jassarnir

 
 

14,20 – 5,80

 
 

Jet Jam – Jóannes Mouritsen

 
 

2,21 – 17,79

 
 

Hallur Ellingsgaard – Ace Beo

 
 

14,01 – 5,99

 
 

Rúar 7 – Henriette Svenstrup

 
 

15,77 – 4,23

 
 

Símun Lassaberg – Byggitilfar

 
 

6,80 – 13,20

 

 

 

 

Umfar 3:

 

 

Byggitilfar – Suðuroyar Bridgefelag

 
 

20,00 – 0,00

 
 

Henriette Svenstrup – Símun Lassaberg

 
 

0,67 – 19,33

 
 

Rútar 7 – Ace Beo

 
 

7,02 – 12,98

 
 

Jóannes Mouritsen – Hallur Ellingsgaard

 
 

19,65 – 0,35

 
 

Jassarnir – Jet Jam

 
 

10,55 – 9,45

 

 

 

 

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan: 

 

  1. Byggitilfar 52,61 stig
  2. Jóannes Mouritsen 50,85 stig
  3. Símun Lassaberg 38,43 stig
  4. Ace Beo 33,73 stig
  5. Hallur Ellingsgaard 32,79 stig
  6. Rútar 7 23,38 stig
  7. Jassarnir 22,94 stig
  8. Suðuroyar Bridgefelag 21,90 stig
  9. Jet Jam 16,90 stig
  10. Henriette Svenstrup   6,47 stig

 

Komandi 3 umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. novembur 2024 og byrja verður kl. 12.00. 

 

 

 

(Tíðindaskriv)