Brimil bjargaði trolinum hjá Búgvanum

Brimil kom í nátt á Fuglafjørð við trolinum hjá Búgvanum.

Tað skrivar Vørn á heimasíðuni.

Búgvin misti trolið meðan teir tógaðu í i kassanum norður úr Mykinesi. Brimil dreggjaði trolið uppaftur.

Trolbátarnir hava havt sera góðan fiskiskap, norður úr Mykinesi síðstu tíðina. Búgvin er á veg á Leirvík við 570 kassum.