Brimil setti kós móti Vágasteini beinanvegin, men tveir tímar seinni ringdi skiparin aftur og segði, at nú vóru teir uppsteðgaðir og ynsktu sleip inn á Toftir, skrivar Vørn.
Brimil var hjá Vágasteini kl 10:00, settu fast og byrjaðu at sleipa móti Toftum, og kl 15.30 var Vágasteinur komin at bryggju á Toftum.
Vágasteinur hevði 100000 pund av toski og hýsu inni eftir ein túr upp á 11 dagar.

Brimil hjálpti Vágasteini til lands

