Brimil skal køla Athenu niður

Úrslitið av fundinum seinnapartin millum viðkomandi myndugleikar var, at Brimil skal køla Athenu niður við vatnkanónum, og oljusperring skal leggjast út. Eldurin umborð á Athenu er hasaður nokk so mikið av, men enn logar og rýkur úr skipinum.

Dagur & Vika visti í kvøld at siga, at Brimil nú verður settur inn. Fyrst skulu teir leggja oljusperringar út runt Athenu, og síðani verður farið undir at køla skipið niður við vatnkanónum.

Athena hevur 288 tons av tungolju umframt einar 40.000 litrar av vanligari fuelolju. Eisini eru 9.000 litrar av smyrjiolju umborð.

Men eisini 18 tons av ammoniakk er umborð á Athenu, saman við einum ókendum tali av trýstfløskum við gass, ilt og øðrum innihaldi, so vandin fyri spreingingum er til staðar, so leingi sum eldur er umborða á Athenu.

John Martin Olsen, løgreglumaður sigur við Dag & Viku, at fólk á eystara armi av Skálafjørðinum kunnu fara til húsar aftur, meðan fólk á vestara armi mugu brynja seg við toli, til tey sleppa til húsat aftur.