Broytt ferðsluviðurskifti við skúlan

Fyri at bøta um ferðslutrygdina við skúlan á Strondum, eru ferðsluviðurskiftini við skúlan broytt.

Ein nýggj gongugøta er gjørd sunnan fyri Strandatún 4 (oman fyri missiónshúsið) til børnini at ganga á niðan í skúlan. Tann gamla gøtan er norðan fyri Strandatún 4.

 

Tey, sum koyra børn í skúla, skulu tí ikki longur seta børn av við busssteðgiplássið, men koyra longur suður til øki, sum er merkt við reyðum. 

 

Eisini er Strandatún gjørt einvegis suður eftir frá Fløtuvegnum til Heygsvegin/Mýrubrekku. Tað verður tí ikki longur loyvt at koyra norður eftir Strandatúni um morgunin.  

 

Hetta er gjørt fyri at gera tað tryggari fyri børn og onnur í ferðsluni. Heitt verður á øll um at halda seg til nýggju ásetingarnar.

 

Komandi dagarnar verða fólk á økinum fyri at leiða ferðsluni, skrivar Sjóvar kommuna á sjovar.fo..