Brúka Facebook at eggja til rørslu

Hildibjørg Sólsker, av Oyrabakka, hevur skipað fyri einum, nakað annarleiðis, hátti at eggja undir meir rørslu í gerandisdegnum. Hvønn mánað í eina tíð hevur hon stovnað eitt tiltak á Facebook, har hon eggjar fólki at luttaka saman við henni, at fáa 90 kilometrar afturum tann mánaðin.

 

Hildibjørg Sólsker, av Oyrabakka, hevur skipað fyri einum, nakað annarleiðis, hátti at eggja undir meir rørslu í gerandisdegnum. Hvønn mánað í eina tíð hevur hon stovnað eitt tiltak á Facebook, har hon eggjar fólki at luttaka saman við henni, at fáa 90 kilometrar afturum tann mánaðin.

 

Til februar mánað hevur hon stovnað tiltakið "90 KM í 28 dagar" á Facebook, sum í stuttum snýr seg um at ganga 90 kilometrar hvønn mánað. Hon greiðir frá, at man sjálvandi eisini kann velja at renna, um man heldur ynskir tað.


Hugskotið handani tiltakið fekk hon frá í einum líknandi tiltaki, sum var í Danmark. Hon meldaði seg til tað, tí hon hevði trupult við at verða motiverað til at røra seg. Hon kom fram til at um hon meldaði seg til okkurt sum hon hevði lovað seg til, so kanska hon betur fekk í lag at koma út at ganga, sigur hon. Hetta var í mai 2014, og tá mai mánaði var við at verða liðugur, sá hon, at hon avgjørt bleiv motiverað til at ganga/renna meir. Síðani avgjørdi hon at gera eitt tiltak á Føroyskum.

 

- Eg gjørdi tað fyrst og fremst av tí at eg helt, at tá eg kundi fáa gleði av hesum tiltakið, so vóru kanska eisini fleiri, sum eisini kundu fáa gleði av hesum. Eisini tað at tiltakið bleiv á føroyskum, gjørdi, at tað bleiv stuttligari, tí so kendi man fleiri. Í tí danska tiltakinum kendi eg ongan, sigur Hildibjørg.

 

Hon sigur at undirtøkan hevur verið óometaliga góð. Hon varð ordiliga kløkk, tá fleiri enn 50 meldaðu seg til tiltakið í juni 2014, og undirtøkan bara vaks. Í desember vóru ikki so nógv sum tóku lut, men í januar eru 797 tilmeldaði, sigur hon. 

 

Les meir her