Grøna orkuskiftið er farið frá at vera nakað sum framskygdir umhvørvisaktivistar tosaðu um, og nakrir fáir tøkninørdar dugdu at síggja vinningin í; til at vera ein av týðandi málunum í øllum av heimsins londum.
Endamálið við grøna orkuskiftinum, er millum annað at royna at steðga veðurlagsbroytingunum, áðrenn tær eru farnar framvið 'vendipunktinum' (meira um hetta í aðrari grein) - síðuvinningurin kann vera bíligari og tryggari orka - um vit gera tað rætt.
Fyri stóran part av fiski- og alivinnuni er tað eisini týdningarmikið at fáa lagt um til grøna orku. Tí at brúkarin vil hava 'grønan' fisk - altso fisk sum er fiskaður/aldur burðardygt.
Hetta sigur okkum fyrst og fremst tvey ting:
1. Vit 'brúkarar' hava ígjøgnum okkara brúksmynstur beinleiðis ávirkan á fyritøkur. Okkara gerandisval gera mun - hetta er ein eitt sindur strævin tanki, tí eg havi sum oftast bara hug til at geva upp við 'øllum hasum grøna', men eisini ein stimbrandi tanki, tí tað er minni attraktivt at geva upp, tá ið man veit, at man faktiskt hevur ávirkan. At ein New Yorkari hugsar um, at hon vil hava burðardyggan laks, kann vera viðvirkandi til at skunda upp undir grøna orkuskiftið her heima hjá okkum. Tað er ein góður tanki. Tí tað fær meg at hugsa: Um eg velji at keypa vistfrøðiligt hveiti, hvør fer at merkja hetta?
2. Ein fyritøka er til fyri at fáa vinning, og fer at flyta seg har ið vinningurin er. Tí er týdningarmikið at politiska skipanin syrgir fyri, at tað lønar seg at taka stór umhvørvis- og náttúruatlit.
Vit skulu byggja fleiri vindmyllur í Føroyum. Skjótt. Og fara í gongd við sólorku! Vit eru í gongd, men tað gongur ALT ov seint.
Í næstu grein skrivi eg eitt um trý ting sum skulu til, fyri at veruliga fáa gongd á grøna orkuskiftið í Føroyum.
P.s. Í stuttum handlar tað um: Langtíðarætlanir, Skipaða stýring, Kapital frá vinnuni.












