Í gjár varð brotið inn í heimið hjá júst deyða Paolo Rossi, stóru italsku fótbóltshetjuni, sum doyði í vikuni.
Tað sigur kona hansara við italsku tíðindastovuna Ansa.
Paolo Rossi varð jarðaður í gjár í býnum Vicenza, sum er millum Gardavatnið og Venesia.
Tá einkjan, Federica Cappelletti, kom heim til hús teirra í býnum Bucine í Toscana eftir jarðarferðina, sá hon, at innbrot hevði verið.
Sambært Federica Cappelletti eru fleiri viðrismiklir lutir stolnir.
Málið er latið løgregluni, sum kannar málið.
Tað skrivar tíiðndastovan Reuters.
Paolo Rossi doyði 9. desember 64 ára gamal.
Rossi gjøtdist við seks málum toppskorari við HM í 1982, tá hann eisini varð kosin besti spælarin. Sama árið varð hann eisini kosin sum besti spælari í Evropa.
Italia vann finaluna í 1982 við 3-1 móti Vesturtýsklandi. Rossi skoraði eitt av málunum.
Tað var tó í millumspælinum ímóti Brasialia, at Rossi brádliga fór at gera um seg. Hóast atfinningar frá miðlunum valdi venjarin at lata Rossi byrja inni sum áleypari, Rossi gjørdi ikki matari enn at skora hattrick í sigrinum hjá Italia 3-2,
Rossi hevði sín leiklut í báðum málunum, tá Italia vann 2-0 á Póllandi í hálvfinaluni.
Tilsamans skoraði hann 20 mál fyri Gli Azzuri (Teir Bláu), sum italska landsliðið kallast.
Rossi náddi at umboða fleiri italsk feløg - teirra millum Juventus, Como, Vicenz, Milan, Perugia og Hellas Verona – áðrenn hann gavst við fótbóltinum í 1987.
/ritzau/