Ummæli
Fyrsti bólkurin á tí vælumtókta rokk pallinum á Margarinfabrikkini vóru ungu harrarnir í nýggja bólkinum »The Story Ends«. Bólkurin legði fram viðlagnum, »Mín pullhundur er einsamallur«. Tónleikurin,teir spældu, var »straight up alternative punk ass«..... stutt sagt. Bólkurin átti pallin hetta kvøldið, og teir tóku áskoðaranir á bóli við teirra »KICK
ASS« framførslu. Bólkurin er sera nýggjur og hevur síni ting at hyggja nærri uppá. Tað einasta eg saknaði var samanspæli, men tað var skíti líka mikið. Teir rockaðu, suckaðu og vit brokkaðu ikki. Í bólkinum eru. Philip (Guitar, sang) - Hanus (Guitar, bass, crazy) Heini Mohr (Bass, guitar) Andreas (Trummur). Hetta var fysta konsertin hjá bólkinum í tórshavn men als ikki tann seinasta.
Rakettin tendraði og for við fullari ferð uppeftir. »thumbs up« til The
Story Ends
Lama sea
Næsti bólkurin var Lama sea. Teir framførdu fýra løg og vóru tvey av teimum sjálvgjørd, og hini tvey løg hjá Led Zepplin og The White Stripes. Teir byrjaðu við lagnum »Hill Billy« sum var eitt ógvuliga feitt lag við ordiligum futti í! Og Janus Rasmussen, sum eisini syngur í Speaker, sang og spældi guitar og sang sum ikki einaferð ótrúliga væl! Lama sea var bólkurin sum hevði besta samanspælið leygarkvøldið. Tað er heilt sikkurt. Síðsta lagið teir spældu »Fell in love with a girl« hjá The white stripes, var nakað av tí mest ófantaliga og feitasta eg havi hoyrt! Røddin skuldi slítast og guitarirnir spælast úr stemmu, simpulthen bara »eg sk*** á tað« tónleikur!
Lama sea vóru bara ófantaligur 70´ara rokk/punkur fyri allar pengarnar og tað var ótrúliga feitt! Í hvørfall mín yndisbólkur av teimum trimum leygarkvøldið.
Side Effect
Side Effect var triði og síðsti bólkurin sum fór á pallin. Teir eru tríggir mans í talið og eru teir millum annað kendir frá Prix Føroyum. Side Effect er simpulthen bara hart rokk/tekno um man kann kalla tað so! Um man er til tað slagið av tónleiki so fæst einki betur enn Side Effect, og eg haldi at tað er feitt at sovorin tónleikur eisini kemur fram í Føroyum. Sangirnir vóru rættuliga langir og kanska eri eg ov gamal, men tað bleiv eitt sindur ov hart at lurta eftir til endans. Tónleikurin er kanska betur egnaður til eitt stað sum er betur pláss, so fólkini ordiliga kunnu flippa út! Men teir duga ómetaliga væl at kompunera tónleik og kombinatiónin av guitarinum og sanginum saman við elektriska tónleikinum, var bara super! Tað ljóðaði ótrúliga feitt hjá teimum og teir høvdu eitt feitt »show«!
Konsertin var til frama fyri Speaker og 48 Pages, sum skulu til Íslands at spæla í summar. Eg vil siga, ein feit konsert og gott at fitt av fólki tók undir, og tað er sera gott at vit hava eitt stað sum margarinfabrikkina, sum ger eitt gott arbeiði at hjálpa ungum tónleikarum/bólkum at koma fram. Stórt herðaklapp til tað!