Men tey, ið lurtaðu, mundu flest øll standa eftir við tí fatan, at lítið skil var í tølunum, sum vórðu slongd út. Tí ynski eg at seta roknistykkið upp her. Vitandi at tøl eru turrislig, skal eg koma til tey seinni. Fyrst vil eg siga, at grundin til hetta roknistykkið er, at fleiri halda tað vera grundleggjandi skeivt at skula gjalda bummpengar um undirsjóvartunnilin, tá tað er ókeypis um aðrar tunnlar. Prinsipielt eri eg samdur við teimum. Men eru tað bummpengar, sum skulu til fyri at vit skulu fáa fast samband um Vestmannasund, so vilja vit fegin gjalda bummpengar. Vit eru jú von at gjalda, og hví ikki gjalda fyri nakað, sum er so ómetaliga nógv betri? Hjá okkum snýr tað seg ikki fyrst og fremst um bummpengar ella ferðaseðlaprís. Nei, fyrst og fremst snýr tað seg um at sleppa frá at skula bíða, og at kunna fara og koma aftur tá man vil sjálvur. Bummpengar skulu jú bara gjaldast yvir eitt áramál, alt eftir hvussu fíggingin er, og so er tað yvirstaðið. Men til tey, sum eru ímóti at fíggja við bummpengum, tí tað er órættvíst. Her er tað at eg vil vísa á verandi órættvísi. Allir (nærum) almennir stovnar eru í Havn. Skal eg til Havnar á ein av hesum almennu stovnunum, má eg gjalda fyri at sleppa um Vestmannasund, umframt at eg skal bíða. Havnarfólk gjalda ikki, ei heldur eysturoyingar, men vit á randarøkjunum mugu gjalda. Av somu grund nýta teir nógv meira enn vit. Skal tað vera rættvíst, er høvuðsreglan at tú mást gjalda fyri tað, tú nýtir. Hetta kann gerast á fleiri mátar:
1.Gjalda vegskatt eftir koyrdum kilometrum.
Hetta er óivað rættvísasta loysnin, men her er vansin, at tað er nærum ógjørligt at praktisera. Kilometrarnir skulu fyrst gevast upp, og síðani skal krevjast inn aftaná. Tað er lætt at snýta, bæði við at geva skeivt upp ella við at skrúva km teljaran aftur.
2.Gjalda bummpengar við ferjur, tunnlar, byrgingar og brúnna við Streymin.
Hetta er ikki tann fullkomna loysnin, men løtt at praktisera, og hon er nær høvuðsregluni »at gjalda fyri tað tú nýtir«. Tey, ið koyra nógv, kunnu keypa sær mánaðarkort.
3.Avtaka verandi ferðaseðlaprís.
Hetta er lættasta loysnin, men so mugu pengarnir fáast til vega á annan hátt, og høvuðsreglan »at gjalda fyri tað tú nýtir« forbjóðar at hækka vegskattin.
Mítt roknistykkið var uppá punkt 2.: (Bert fyri bilar). Tølini eru úr »Ferðslan 1996« hjá Landsverkfrøðinginum.
Tunnlar10
(+ 4 á Kallsoynni)
Brúgv um Streymin1
Byrgingar2
Ferjur4
??????????????????????
Bindingar17
Ársmiðalferðslan fyri ferjur er 632 pr. dag ella 231.000 pr. ár. Ferðaseðlaprísurin er kr. 80,- so tað gevur pr. ár 18,5 mió.
Ársmiðalferðsla fyri allar bindingarnar er 12.670 pr. dag ella 4,6 mió. pr. ár. Taka vit ein prís á kr. 50,- gevur tað pr. ár kr. 231 mió. Hetta er um goldið verður fyri hvørja »binding«. Mítt uppskot er at gjaldast skal fyri fyrstu »bindingina«, og síðani koyra frítt restina av degnum. Her er tað at tað veruliga skal roknast, tí nógv koyra um fleiri »bindingar«, meðan onnur um færri ella onga.
Vildi mett, at tað var uppá sítt pláss at býtt talið við 4. So høvdu vit fingið pr. ár kr. 58 mió., ella knappar 40 mió. meira enn vit fáa fyri ferjurnar í dag.
Jú, sjálvandi skal roknast nærri uppá hetta. Men á henda hátt høvdu vit fingið pening frá teimum á meginøkinum, sum í dag einki gjalda. Og vit á randarøkjunum høvdu sloppið væl bíligari. T.d. kundu suðuroyingar sloppið á flogvøllin og aftur fyri kr. 50,- ístaðin fyri kr. 400,- sum tað kostar í dag. Havnarmenn og eysturoyingar høvdu eisini sloppið bíligari á flogvøllin enn í dag, fyri kr. 50,- í mun til í dag fyri kr. 160,-.
Hvussu skal henda bummpengaskipan so praktiserast? Í útlondum eru sjáldan fólk knýtt at bummpengaplássunum. Gjaldast kann við reiðupeningi, kredittkorti ella man keypir mánaðarkort. Bíðikøir eru ongar, so hetta darvar ikki ferðsluni. Sjálvur koyrdi eg undir Thames ánni eystan fyri London í vár. Har var motorvegur við 3 banum hvønn veg. Komin til bummpengaplássið vórðu banarnir býtti í uml. 10 og ein 1£ myntur skuldi koyrast í eina stóra trakt, og so fór bummurin upp. Tey, ið von eru, steðga ikki heilt, men tveita myntin í og koyra víðari.
Sum áður sagt, er hetta til tey (teir politikarar), sum eru ímóti at seta bummpengar bara á undirsjóvartunnilin. Tað má ikki henda, at tit atkvøða ímóti av hesi grund.
Vinarliga,
Heðin Poulsen,
Vatnsoyrar