Búmøguleikar hjá menningartarnaðum

Mánakvøldið 20. apríl verða limafundirnir hjá Javna hildnir kring landið. Evnið á fundunum verður tað sama á øllum støðum og snýr seg um: búmøguleikarnar hjá menningartarnaðum í Føroyum

Fundirnir byrja allir við, at eitt foreldraumboð sigur frá myndunum, teirra menningartarnað hevur havt við at fáa hóskandi bústað - positivum sum negativum. Foreldraumboðini fara helst eisini at bera framtíðarynskir, koma við uppskotum, áheitanum, og man ikki okkurt hjartasuffið verða borðreitt fyri teimum fimm lokalpolitikarunum, sum skulu manna pallborðini á fundunum.

Hesir fimm lokalpolitikararnir skulu síðan hvør í sínum lagi svara spurningum, ið framman undan eru orðaðir, og sum hava atlit til ymisk viðurskifti viðvíkjandi búmøguleikum hjá menningartarnaðum.


Bert lokalpolitikarar

Hóast avgerðarrætturin í mun til at játta og fíggja bústaðarmøguleikar liggur hjá landspolitikarunum, so hevur Javni valt at fáa lokalpolitikarar at sita við pallborðið hesaferð. Hetta tí felagið metir, at lokalpolitikararnir bæði fáa størri áhuga og ávirkan á m.a. hesi viðurskifti. Tí lokalpolitikarar kenna økið best og kunnu fáa ávirkan, um teir hava vitanina og viljan.

Ikki er greitt allastaðni, hvørji fólk skulu siga hvat. Fyribils hava hesi játtað at vera við:

Í Norðoyggjum verður Hannefía Poulsen foreldraumboðið, meðan Jógvan E. á Geilini, Svínoy, Herfríð Sørensen, Mikladali, Jógvan Nybo, Viðareiði, Karstin Hansen og Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík manna politikarapallborðið.

Í Vágunum verður Valdemar Simonsen foreldraumboðið, meðan Petur Kruse, Sørvági, Durita Jacobsen, Miðvági og Turið Olsen, Sandavági manna politikarapallborðið.

Í Suðurstreymi verður Svennhild Haraldsen foreldraumboðið, meðan Leivur Hansen, Elin Lindenskov, Katrin Dahl øll úr Havn og Marner á Skúr úr Nolsoy manna politikarapallborðið.

Í Norðstreymi verður Elenita Hansen foreldraumboðið, meðan Mia Pedersen, Vestmanna, Jonna Nielsen, Kvívík, Hans Jacob Hansen, Kollafirði, Jógvan Mørkøre, Hósvík, Heðin Zachariasen, Hvalvík og Asbjørn Djurhuus, Haldarsvík manna politikarapallborðið.


Á hesum støðum

Limafundirnir verða á hesum støðum, og allir byrja kl. 19.00:

Í Norðoyggjum á Klaksvíkar Sjómansheimi.

Í Vágunum í Húsmøðrafelagshúsunum í Sørvági.

Í Norðstreymi í bygdahúsinum í Hósvík.

Í Suðurstreymi á Hotel Hafniu.

Í Eysturoynni í Runavíkar Skúla og í Suðuroynni í Fjallbrúður í Vági.


Øll vælkomin

Tað er soleiðis við limafundunum hjá Javna, at øll eru hjartaliga vælkomin. Um tey eru limir ella ikki limir. Og royndirnar við hesum fundum hava higartil verið, at uppmøtingin hevur verið sera góð.

Øll eru sum sagt hjartaliga vælkomin á limafund hjá Javna.