Búnaðarstevnan verður leygardagin

BÚNAÐARSTEVNAN 2024: Leygardagin tann 17. februar, verður Varpið í Klaksvík karmur fyri ta níggjundu Búnaðarstevnuna. Higartil hava verið fyriskipaðar átta búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022 og februar 2023.

 

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað og tað er Gamla Seglhúsið sum fyriskipar stevnuna.

 

Skráin í ár fer í høvuðsheitinum at takað støði í einum landbúnaðarpolitikki fyri Føroyar tí samgonguskjalið umfatar nevniliga hesa grein:

 

Landbúnaður

 

Orðaður verður ein landbúnaðarpolitikkur við ítøkiligum málum, har dentur verður lagdur á at menna føroyskar landbúnaðarvørur. Ferð verður sett á føroyska framleiðslu, og vit skulu gerast meira sjálvbjargin við fleiri landbúnaðarvørum. Ítøkilig mál verða sett fyri størri framleiðslu av grønmeti, kjøti, mjólkarvøru og stráfóðri. Verandi stuðulsskipanir verða knýttar at settu málunum. Í lendisætlanini fyri Føroyar verður tryggjað, at besta landbúnaðarjørðin ikki verður nýtt til onnur endamál.

 

Samgonguskjalið sigur eisini at ein Lendisætlan skal gerast og tá ið tað í fleiri førum eru samanrenningar millum vinnur og áhugamál, er tað umráðandi at fáa skipaði viðurskiftir og karmar.

 

Búnaðarstevnan hevur eisini bjóða Jóhannes Sveinbjørnsson úr Íslandi, til at greiða nærri frá um landbúnaðarviðurskiftir í Íslandi. Eisini kemur Bernt Skarstad úr Noregi at greiða nærri frá um viðurskiftir í Noregi, soleiðis at tað er nærlagt og viðkomandi at fáa íblástur og kunning frá okkara grannalondum tá ið man nú er gongd við at orða ein landbúnaðarpolitik.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er eisini við framløgum um djóravælferð og løggilding av slátri umframt at fokus verður sett á matvøruframleiðlsu, burðardygt og fólkaheilsu.

 

Lagt verður upp til ein spennandi og vónandi gevandi dag og sæst øll skráin sæst her:

 

 

 

Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson

 

10:00:               Skráseting

 

10:30:               Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna

 

10:40:               Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

                          Landbúnaðarpolitikkur fyri Føroyar

 

11:10                Tróndur G. Leivsson, stjóri – Búnaðarstovan

                          Landbúnaðarpolitikkur – viðurskifti, sum eru frammi í okkara grannalondum nú viðvíkjandi framtíðar landbúnaðarpolitikki.

 

11:30                Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi - Búnaðarstovan

                          Royndir og stuðulsmøguleikar

 

11:45                Andrass Holm Arge, landsjarðarráðgevi – Búnaðarstovan

                          Týðandi lóggávuevnir á landbúnaðarøkinum

                          Spurningurin um sølu av lendi (landsjørð og óðalsjørð) til útbyggingarendamál av ymsum slagi.

 

12:00                Miðmálið

 

13:00                Jóhannes Sveinbjørnsson (Ísland)

                          Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Íslandi

 

13:20                Bernt Skarstad (Noregi)

                          Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Noregi

                         

13:40                Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya

                          Hvussu flyta vit okkum til at hava betri og munagott handilssligt grundarlag fyri landbúnaðin í Føroyum

 

14:00                Heilsufrøðiliga Starvsstovan

                          Gunnvá Niclasen, Embætisdjóralækni Veterinerdeildin

                          Frá djóravernd til djóravælferð- við serligum atliti til neyt og seyð

 

                          Elspa Petersen, Embætisdjóralækni Matvørudeildin

                          Løggilt sláturvirki, leiðin fram

 

14:30                Gutti Winther, verkætlan

                          “Hvørjum skulu vit livað av? Kann matur loysa komandi samfelagsavbjóðingar? Frágreiðing um nýggja verkætlan um matmentan.”

  

14:50                Heidi Holm, verkætlanarleiðari

                          Landbúnaðarferðavinna - Verkætlanarsamstarv millum Búnaðargrunnin og Visit Faroe Islands

                          “Hví vit hyggja at landbúnaðarferðavinnu sum ein møguleiki hjá framleiðarum, høvðusúrslit frá kanningini og so um hvat vit arbeiða fram ímóti í 2024.”   

 

15:10                Jákup Sørensen og Ernst S. Olsen, NORA

                          "Stuðulsmøguleikar til samstarvsverkætlanir í NORA-økinum" 

 

15:25                Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin. Matfrø(ð)i:

                          Verkstovurøð og undirvísingartilfar um staðbundnar matvørur.

 

15:40                Framløgur liðnar – kaffi vm.

 

 

16:00:               Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

 

Evni er:

 

​Landbúnaðar politikkur fyri Føroyar.


Hvussu seta vit ferð á menning av landbúnaðinum í Føroyum, sum umfatar:

 

- mjólkaframleiðsu og úrdráttir úr mjólk,

- kjøtframleiðslu sum umfatar neyt, seyð vm.,

- grøntmetisframleiðslu, vakstrarhús,

- matvørutrygd, matvøruvitan,

- velting, taðing - her hugsa um avgassaði tøð, stráfóðurgrundarlag

- burðardygga orku,

- marknaðarføring vm., heimamarknaður

- landbúnaðarferðavinna,

- hvussu raðfesta vit fyri at røkka málinum skjótt.

 

Fundarstjóri og orðstýrari:      Jón Brian Hvidtfeldt

 

Høgni Hoydal, Landsstýrismaður

Jens Ivan í Gerðinum, Landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni

Sigert Patursson, Bóndafelag Føroya

Gutti Winther, verkætlanarleiðari

Heidi Holm, verkætlanarleiðari

Snorri Patursson, Fólkaheilsustýri

 

18:00 Liðugt

 

Neyðugt er við tilmelding og kann hetta fara fram umvegis fylgjandi leinkju:

 

www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html

 

ella

 

seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/1913323/order/info