Seinastu trý árini hava burðatølini annars verið lág um landið. Sambært feskum tølum frá Heilsumálaráðnum kvinkaði burðatalið í 2024 upp við 17 børnum í mun til 2023. Til samanberingar vaks burðatalið við 25 børnum bara í Runavíkar kommunu.
Verður kagað í hagtølini hjá Hagstovu Føroya fyri bygdirnar, sum eru í Runavíkar kommunu í dag, mugu vit leita heilt aftur til árgangirnar 1989 (92 børn), 1990 (72 børn) og 1991 (74 børn) fyri at finna líknandi burðatøl.
Í Runavíkar kommunu fegnast tey um hvørt einasta nýfødda barn. Tey eru framtíðin í kommununi, og vaksandi burðatalið ber við sær vón um eina bjarta framtíð.
Tað gevur somuleiðis eina ábending um, at familjurnar hava góðar vónir um framtíðina í Runavíkar kommunu.