Um jóltíðir frættist, at ukrainski herurin, sum hevur eitt landaøki í russiska Kursk-landslutinum undir sær, hevur tikið ein norðurkoreanskan hermann til fanga.
Tað var suðurkoreanska fregnartænastan, sum bar hesi tíðindi.
Nú upplýsir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenkskyj sjálvur, at tveir norðurkoreanskir hermenn eru tiknir til fanga, og hetta sigur hann sambært Reuters.
- Ukrainski herurin hevur tikið hermenninar í russisku Kursk-regiónini. Teir eru løstaðir, men eru á lívi. Teir verða fluttir til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, sigur forsetin.
Hann leggur aftrat, at ukrainska trygdartænastan er í holt við at avhoyra norðurkoreansku hermenninar, sum hava hjálpt russum í Kursk-landslutinum.
USA og Suðurkorea halda, at fleiri enn 10.000 norðurkoreanskir hermenn eru í russiska Kursk-landslutinum, men hvørki Russland ella Norðurkorea hava váttað talið.
##med2##