TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, ið saman við liðfeløgunum vann ein týdningarmiklan 2-1 heimasigur á 07 Vestur fyrr í dag.
Skála var á odda 1-0 í steðginum, og sambært Pæturi Dam Jacobsen var talan um eina alt ov lítla oddastøðu í steðginum. Pætur Dam Jacobsen heldur, at Skála hevði nóg nógvar málmøguleikar til at verða greiðari á odda í steðginum.
Í seinna hálvleiki gjørdist málsetningurin munandi torførari tá 07 Vestur javnaði til 1-1, men Skála fekk knógvað sigurin heim, og tað fegnast liðskiparin um.
Samrøðan, ið var á Rás2 við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen hoyrist HER