H71 er nú á odda 2-0 í FM-finaluuppgerðunum móti Kyndli í Burn mansdeildini. Hoyvíkingar hava sostatt "match-bólt" nú, og kunnu við sigri á Kyndli í triðu FM-finaluni, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini, leygarkvøldið klokkan 19 tryggja sær FM-gullið, og harvið greipuna.
Kyndil vann í kvøld greitt 31-24 á Kyndli í aðru FM-finaluni í høllini á Hálsi. Í steðginum var H71 á odda 14-11. Kyndil legði hart út og legði seg á odda 5-0. Men eitt leikbrá hjá Djóna Gaard Joensen fekk H71 á rætt kjøl aftur, og restina av dystinum vunnu hoyvíkingar 31-19.
Ovi Lützen og William Skovsager vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Kyndli. Jákup Egholm var við sjey málum toppskjútti hjá H71.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá aðru FM-finaluni millum Kyndil og H71:
##med2##











