Tað kann vera trupult at gera øllum til vildar samstundis.
Málið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um at taka mvg'ið av olju og bensini til akfør í tríggjar mánaðir er ikki komið í tingið enn, men kemur væntandi í morgin.
Ætlanin hjá fíggjarmálaráðharranum var annars, at eisini húsarhaldini skuldu fáa ein lætta, nú oljuprísirnir eru so høgir, men í gjár segði Aksel V. Johannesen, at tað er meira kompliserað við húsarhaldsoljuni.
Formaður í fíggjarnevndini er Helgi Abrahamsen, og hann sigur, at landsstýrismaðurin hevur kunnað fíggjarnevndina um uppskotið.
- Eg veit ikki, um tað er meira kompliserað at taka mvg'ið av húsarhaldsoljuni enn at taka mvg'ið av bensini og diesel í sama tíðarskeiði. Tað haldi eg ikki, men tað er trupult at "raka rætt", sum hann tekur til.
Helgi Abrahamsen vísir á, at eitt húsarhald, sum brennur olju, vanliga brúkar einar tríggjar tangar um árið, og nú summarið stundar til, er hetta tann tíðin, tá minst verður brúkt av húsarhaldsolju.
- Tað verður tí heilt tilvildarligt, hvør fær ágóðan, um mvg'ið verður tikið av húsarhaldsoljuni, og tað vera mong, sum hava fylt tangan og sum ongan ágóða fáa av hesum í einum tíðarskeiði á tríggjar mánaðir.
Fíggjarnevndarformaðurin ásannar, at tað eisini eru tey, sum ongan bil hava, og tey fáa sjálvsagt heldur ongan lætta við, at mvg'ið verður tikið av bensini og diesel í tríggjar mánaðir.
- Tað er altíð trupult at raka rætt, um vit so kunnu siga, men hetta er so tað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur valt at gera í hesum umfari, sigur Helgi Abrahamsen, formaður í fíggjarnevnd løgtingsins.
Ætlaða lógin, sum fer at gera tað bíligari at fylla tangan við bensini ella diesel, verður tíðaravmarkað til at fara úr gildi aftur hin 31. juli í ár.
Lesið eisini: Skilji ikki hví tað er kompliserað
https://www.in.fo/news-detail/olja-skilji-ikki-hvi-tad-er-kompliserad










