Seinnapartin var fyrsti dysturin hetta kappingarárið í Burn mansdeildini leiktur í høllini á Skála millum StÍF og H71.
H71 vann dystin 32-27. Í steðginum vóru hoyvikingar á odda 17-15.
Pauli Rasmussen var toppskjútti hjá StÍF við 12 málum. Við átta málum var Høgni Heinason toppskjútti hjá H71.
Í morgin klokkan 16 spæla Team Klaksvík og Neistin í Badmintonhøllini í Klaksvík. Klokkan 18 møtast Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi í Havn.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum StÍF og H71:
##med2##