Í dag vann B71 5-2 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ. Hálvleiksstøðan var 3-1. Hetta var 15. Ferðir í ár, at B71 fór av vøllinum við fullari úrtøku. Sigurin ber við sær, at B71 er á triðja plássi við 47 stigum. Tað eru seks stig fram til AB, sum er næstfremst, og sum seinnapartin í morgin fer at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Í summar styrkti B71 seg við Tobias Kotvedgaard. 20 ára gamli framrættaði danski spælarin var í dag fyri níggjundu ferð á bestaliðnum hjá B71 í landskappingardysti. Undan dagsins dysti hevði hann einki mál skorað, men í dag glapp tað av álvara við málskjótingini. Tobias Kotvedgaard skoraði trý mál ella hattrikk.
Hann javnaði til 1-1 í 26. minutti, og so skoraði hann til 3-1 í 33. minutti, og í 67. minutti økti hann um munin til 4-1. Eduardo Coimbra skoraði hini bæði málini hjá B71. Hann hevur skorað 11 mál og er næstbesti málskjútti hjá B71. Leonard Londe hevur skorað 12 mál.
Eisini tvær tær næstu ferðirnar eigur B71 heimvøll. Um eina viku verður tað ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, og um tvær vikur verður tað ímóti 07 Vestur, áðrenn B71 fer at spæla á útivølli ímóti Skála og AB, ið eru liðini, sum í løtuni eru á uppflytingarplássunum.
NSÍ legði seg á odda 1-0. Málið skoraði Jógvan Højgaard í 18. minutti, og í síðsta minutti var tað Benadiktus Olsen, sum minkaði um munin til 5-2.
NSÍ er næstaftast við 18 stigum. Tað eru tvey stig fram til KÍ, sum í morgin fer at spæla á Skála.