Burn: Lagt er upp til FM-veitslu í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið

Eisini í aðru FM-finaluni vann H71 sannførandi á KÍF

Fleiri av teimum hondbóltskønu hava havt á orðið seinastu vikurnar, at mansliðið hjá H71 anno 2022 helst er tað besta mansliðið í føroyskum hondbólti nakrantíð.

 

Tvær tær fyrstu FM-finalurnar millum H71 og KÍF tykjast eisini at undirstrika hetta. Farna sunnudag vann H71 stórsigur 29-19 á KÍF í 1. FM finaluni í Hoyvíkshøllini, og í kvøld vunnu hoyvíkingar aftur sannførandi, hesaferð 32-25 í høllini í Kollafirði. Í steðginum var H71 á odda 16-8. Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen stórspældi aftur í H71-málinum í kvøld, og útileikararnir greiddu sín setning til lítar.

 

Komandi leygarkvøld verður 3. FM finalan leikt í Hoyvíkshøllini, og nógv talar fyri, at talan verður um ta triðju og seinastu sum H71 avrikar nú. Dysturin byrjar klokkan 19.30. 

 

Klokkan 17 spæla kvinnurnar hjá H71 og Neistanum 3. FM-finaluna í SMS-deildini í Hoyvíkshøllini. Har er H71 eisini á odda 2-0 í FM-finaluuppgerðunum. So lagt er upp til eina stóra veitslu í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið. 

 

KÍF-H71 25-32 (8-16) - H71 er á odda 2-0 í FM-finaluuppgerðunum. Her sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##