Tríggir dystir eru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
Í høllini á Hálsi norður var søga skrivað, tá EB aftur spældi ein dyst í bestu mansdeildini í hondbólti.
Neistin vann stórsigur 38-21. Í steðginum vóru neistamenn á odda 19-12.
Lýðar í Dímun var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Við fýra málum var Silas Larsen toppskjútti hjá EB.
Í høllini á Skála vann VÍF eisini stórsigur 41-30 á StÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 23-16.
Búi D. Poulsen var við átta málum toppskjútti hjá StíF. Við heili 11 málum var Tróndur Johnson toppskjútti hjá VÍF.
Í Hoyvíkshøllini vunnu verandi greipuvinnararnir, H71 38-32 á KÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 19-13.
Boas Ellefsen á Skipagøtu var við 14 málum stórskjútti hjá H71. Victor K. Thomassen var við níggju málum toppskjútti hjá KÍF.
Kyndil vann ígjár á heimavølli stórsigur 40-21 á Team Klaksvík aftaná 18-8 leiðslu í steðginum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:
##med2##
##med3##
##med4##














