Ovara endaspælið: HB og KÍ vunnu stórsigrar

Komandi sunnudag møtast tvey tey fremstu liðini í Klaksvík

Brá Zakariasardóttir skoraði tvey mál fyri HB. Mynd: hb.fo

Kapprenningin í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum millum KÍ og HB heldur fram.

 

Seinnapartin vunnu bæði liðini stórsigrar á heimavølli. 

 

HB vann í Gundadali 5-0 (1-0) á Skála ÍF, og við Djúpumýru vann KÍ 4-0 (2-0) á Víkingi.

 

HB-Skála ÍF 5-0 (1-0)

 

1-0 Julia Naomi Mortensen (19.)

 

2-0 sjálvmál (23.)

 

3-0 Brá Zakariasardóttir (48.)

 

4-0 Brá Zakariasardóttir (50.)

 

5-0 Julia Naomi Mortensen (75.)

 

KÍ-Víkingur 4-0 (2-0)

 

1-0 Sólja Ernstsdóttir (36.)

 

2-0 Durita Hummeland (44.)

 

3-0 Tórun Joensen (68.)

 

4-0 Eyðvør Klakstein (81.)

 

Kelda: dystir.fo

 

KÍ er fremst við 43 stigum. HB hevur 41 stig, og Víkingur hevur 27 stig. Skála ÍF er aftast við 11 stigum. 

 

Komandi sunnudag verður toppdystur í Klaksvík millum KÍ og HB. 

 

Brá Zakariasardóttir skoraði tvey mál fyri HB. Mynd: hb.fo