Tað mátti longd leiktíð til áðrenn vinnarin var funnin í fyrstu FM-hálvfinaluni millum VÍF og H71.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF 41-38 á H71. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 33-33. Í steðginum var H71 á odda 18-16.
Djóni Bárðarson Nielsen var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu var við heili 14 málum stórskjútti hjá H71.
Onnur/seinna hálvfinalan verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi leygardag klokkan 17. Vinnur VÍF hava teir vunnið seg í FM-finalurnar. Vinnur H71 verður triðja og avgerandi hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini, mikukvøldið 15. apríl klokkan 18.
Klokkan 20 byrjar fyrra/fyrsta FM-hálvfinalan millum StÍF og Kyndil í høllini á Skála.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VÍF og H71:
##med2##












