Trump: - Tað kann verða í annaðkvøld

Á tíðindafundi rósti Donald Trump bjargingini av tveimum amerikanskum flogskiparum, sum vórðu í jagaraflogfari, sum Iran skeyt niður

- Alt Iran kann “takast út” eftir einum kvøldi, og tað kann verða í annaðkvøld. Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi í dag.

 

Forsetin greiddi ikki ítøkiliga frá, hvat liggur aftanfyri hansara útsøgn um Iran.

 

Á tíðindafundinum rósti Donald Trump bjargingini av tveimum amerikanskum flogskiparum, sum vóru í niðurskotna amerikanska jagaraflogfarinum. 

 

Hesir vórðu bjargaðir undir truplum umstøðum í iransku fjøllunum, samstundis sum fíggindin nærkaðist.

 

Kríggið í Miðeystri hevur nú vart síðan hin 28. februar, tá USA og Ísrael lupu á Iran.