Tey, sum mistu arbeiði, hús og heim, tá ódnin Katrina herjaði amerikonsku suðurstrondina, vóru sera vónsvikin, tá tey høvdu sitið og lurtað eftir árligu røðuni hjá George W. Bush, forseta fyrrakvøldið. Forsetin tosaði um orku, Irak og Miðeystur, njósning og yvirgang, men tey illa støddu í New Otleans og aðrastaðni fram við suðurstrondini sluppu ikki upp í part.
Nú eru fimm mánaðir síðani ódnina, men hyggur tú teg um her, fært tú varhugan av, at tað eru fimm dagar síðani, sigur ein ill kvinna í New Otleans við Aftenposten. Ruddingararbeiðið hevur gingið sera seint, og langar húsarøðir eru óbygdar, tí eingin kann búgva í húsunum longur. Kortini vilja myndugleikarnir hava fólk at fara aftur til býin, men aftur til hvat, spyr tann illa kvinnan. Hon er ikki tann einasti New Orleans-búgvin, sum er vónsvikin.
Ólíka var í september, tá forsetin var her. Tá helt hann røðu í Jackson Square, og har segði hann, at hann ætlaði sær ikki at helma í, fyrr enn New Orleans bleiv tann sami, sum hann var undan ódnini. Men tað lyftið hevur hann ikki hildið, og nú gloymdi hann okkum, sigur Ray Nagin, sum er borgarstjóri í býnum, við Aftenposten.
Ein kanningarnevn hjá kongressini skrivar í einari nýggjari frágreiðing, at verandi tilbúgvingarskipanir eru als ikki nøktandi, tá talan er um so stórar oyðileggingar sum av Katrinu.
1300 fólk doyðu í ódnarveðrinum.