Ta amerikanski frosetin, George W. Bush, kom til Ramallah á Vestara Áarbakka í dag, var tað fyrsta vitjan hansara í teimum palestinsku økjunum. Í Ramallah hitti Bush palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, og teir báðir umrøddu støðuna og tað, sum kom burtur úr fundinum í Jerusalem í gjár millum Bush og ísraelsku stjórnina. Amerikanski forsetin hevur sett sær sum mál at fáa eina friðaravtalu í Miðsyestri, áðrenn hann fer frá um eitt ár.