Sum heild hevur okkara búskapur tað gott, inflatiónin er lækkað og liggur nú á 0,7 % og til samanberingar var inflatiónin 10,1 % í nov. 2022, arbeiðsloysið er framvegis metlágt, 0,9 %, og tað verður væntað ein búskaparvøkstur á 6,1 % í 2026. Fólkatalið veksur framhaldandi, útflutningurin er vaksin útvið 1 mia. seinasta árið, og vit hava avlop á gjaldsjavnaðinum. Nøkur gleðilig tøl vóru somuleiðis at hóma í seinastu frágreiðing búskaparráðsins, at hallið fyri 2025 verður munandi betur enn væntað, ístaðin fyri 390 mió. í halli er metingin nú fyri árið 2025, at hallið ”bert” verður 50 mío. Men metingarnar fyri 2026 eru framvegis heldur daprar, og tað verður framvegis mett at verða hall á fíggjarlógini í 2026, og tað má takast í álvara.
Sum tilfeingisbúskapur eru vit ógvuliga sárbar móti sveiggjum í okkara høvuðsvinnum, fiskivinnuni og alivinnuni, tað sóu vit í fjør, tá vit fingu munandi minni inn í tøkugjøldum orsaka av, at laksaprísirnir fullu á altjóða Fish Pool marknaðinum, og sum eisini var ein av orskøkunum til hallið á fíggjarlógini. Hóast vit hava sett búskapargrunnin á stovn, sum skal vera ein mótvekt ímóti sveiggjum, verða vit noydd til at breiðka um inntøkugrundarlagið, soleiðis at vit fáa fleiri bein at standa.
Strategisk framtíðarætlan fyri nýmenning
At tað loysir seg at raðfesta nýskapan og íversetan er Ísland eitt gott dømi um. Við at satsa strategiskt uppá nýmenning og nýskapan, innovation og íverksetan hava íverksetanarfyritøkur og smærri fyritøkur vaksið munandi um tann íslendska búskapin, og í dag eru nýskapanarfyritøkur áleið 18 % av útflutningsvirðinum hjá Íslandi. Nakrir batar eru gjørdir í seinastuni m.a. lógin um umlegging av láni til Framtak, sum betraði um eginognina hjá Framtaki, sum harvið gjørdi tað lættari hjá Framtaki at økja um íløgurnar og seta váðafúsan kapital í m.a. íverksetarafyritøkur. Og nettupp váðafúsur kapitalur er ein grundleggjandi fortreyt, tá tað kemur til gransking og nýmenning.
Men orsaka av, at vit ikki hava eina langtíðarætlan fyri nýmenning, har økið er fult og heilt lýst, og greitt sigur, hvat vit eiga at seta í verk og kanska serliga, hvat ikki eiga at gera, so henda ótilætlaðar lógarforðingar, sum beinleiðis spenna bein fyri tær smærri fyritøkurnar. Eitt gott dømi um hetta er rentuskatturin, sum bleiv innførdur í febr. 2015, tá reglurnar knappliga vórðu broyttar uttan nakra ávaring og nakra politiska viðgerð. Hetta viðførdi, at smáar íverksetarafyritøkur skuldu gjalda 35 % í rentuskatti, av tí láni, sum felagið skyldar eigaranum, tí landið roknar lánið til eigaran á sama hátt, sum tað var eitt lán til bankan og tekur tí 35 % av útlánsrentuni.
Tað eru 3 tey fyrstu árini, sum eru trupul hjá eini íverksetarafyritøku, og tá tú sum íverkseti verður revsað/revsaður av landinum fyri sjálvur at leggja ymiskt út fyri felagið, verður tað trupult at hóra undan, og hetta legði fíggjarmálaráðið vertin í í 2015, tá reglurnar vórður broyttar, enntá av teimum sum nú siga seg vilja vinnuna væl og standa til at vinna valið. Vit eiga at skilja ímillum tær stóru fyritøkurnar og tær smáu tá tað kemur til tílík skattlig viðurskifti.
Skulu vit gera okkum far um íverksetarafyritøkur og nýmenning mugu vit vera kappingarfør. Í fleiri av okkara grannalondum hava tey eina afturberingarskipan til nýmenningarfyritøkur, har tær kunnu fáa ein part av útreiðslunum til íløgur í nýskapan endurgoldnar. Í Íslandi hevur man havt eina tílíka skipan við sera góðum royndum, besta dømi er Kerecis, sum varð seld fyri 1 mia. dollarar. Àhugi hevur verið hjá útlendskum íleggjarum í føroyskar nýskapanarfyritøkur, men tá tey frætta, at vit ikki hava eina tílíka afturberingarskipan, gerst áhugin minni.
Vit eiga tískil at gera ein veruligan íverksetarapolitikk, sum greitt setur sær mál fyri, hvar vit skulu vera sum íverksetaraland í 2030, har vit hava eina miðvísa ætlan at styrkja íverksetaraumhvørvið, og har nýskapanarfyritøkurnar og íverksetan kunnu gerast ein sterk súla undir tí føroyska búskapinum
Annika Olsen valevni fyri Tjóðveldi











