Iranar mugu sjálv fremja stjórnarskifti

Tað heldur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael

Mynd: Gil Cohen-Magen/AFP/Ritzau Scanpix


Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur havt sín fyrsta tíðindafund, síðani Ísrael og USA byrjaðu síni álop á Iran 28. februar.

Sambært tíðindastovuni Reuters segði hann á tíðindafundinum, at Ísrael og USA hava førleikar at skapa tær umstøður, sum skulu til fyri at fremja skipanarbroytingar. Men í síðsta enda er tað upp til iranska fólkið "at fara út á gøturnar".

Á tíðindafundinum segði hann eisini millum annað, at hann tosar við amerikanska forsetan, Donald Trump, "næstan hvønn dag", og at USA og Ísrael hava givið iransku kollveltingarverjuni "harð sløg".

 

 

Mynd: Gil Cohen-Magen/AFP/Ritzau Scanpix