Bussleiðin í Havn skal eisini koyra sunnudag

Valevni til býráðsvalið heldur, at havnarfólk skulu hava pass fyri at koyra ókeypis við Bussleiðini og eitt annað valevni hevði ikki blunkað við at avtikið ókeypis koyringina

Bussleiðin í Havn skal nú byggjast út, soleiðis at bussarnir skulu koyra allar sjey dagar um vikuna.

 

Tað er ætlanin, upplýsti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn á veljarafundi í Sjónleikarhúsinum í Havn í gjárkvøldið. Og koyrast skal tríggjar ferðir um tíman, legði hann afturat.

 

Annars koyrir Bussleiðin bara partvís leygardagar, og hon koyrir slett ikki sunnudag

 

Birgarstjórin sigur, at ætlanin er at varðveita ókeypis koyringina, og sum er kostar Bussleiðin skattgjaldarunum í Havn 26 milliónir um árið, tí koyringin er ókeypis.

 

Tá ið Bussleiðin fer at koyra meiri leygardag, og eisini sunnudag, fer hon at kosta tríggjar milliónir afturat.

 

Tað eru næstan øll valevnini í veljarafundinum samd í, hóast summi førdu fram, at tá bussarnir koyrdu sunnudag, var tað at kalla ikki ein livandi sál, sum brúkti teir.

 

Men Ruth Vang, valevni fyri Framsókn, sigur, at hon hevði ikki blunkað við at avtikið ta ókeypis koyringina. Men hon ásannar, at tá ið ein kommuna fyrst er farin undir eina ókeypis skipan, er tað ómetaliga torført at bakka aftur.

 

Men hon vísir á, at hon hevur brúk fyri, at kommunan fær kloakkviðurskiftini í rættlag, tí tað klárar hon ikki sjálv. Men hon klárar sum einki sjálv at flyta seg úr einum enda av býnum, í hin.

 

- Tí skal kommunan altíð leggja størstan dentin á tær uppgávur, sum skulu loysast í felag, og alt hitt skal so koma í aðru røð.

 

Øll havnarfólk eru noydd at fíggja ta ókeypis Bussleiðina, eisini tey, sum ikki brúka hana, ella ikki fáa brúkt hana, tí rutan passar ikki til. Høvdu tey ikki verið tað, høvdutey kanska havt ráð til nakrar taksabilar afturat, legði hon afturat.

 

Jens Knudsen, valevni fyri Sambandsflokkin, tekur eisini undir við, at Bussleiðin verður ókeypis. Men hann heldur, at ein máti er at gera tað soleiðis, at tað bara eru havnarfólk, sum koyra ókeypis. Sostatt heldur hann, at ferðafólk og bygdafólk eiga at rinda fyri at brúka bussleiðina.

 

Havnarfólk kundu so fingið eitt pass, sum tey kunnu vísa, tá ið tey brúka bussin, so koyra tey ókeypis.

 

Tey valevnini, sum vóri við á veljarafundinum vóru Anna Margretha Ottahamar, sum stillar upp uttanflokka, Jens Knudsen valevni fyri Sambandsflokkin, Ruth Vang, valevni fyri Framsókn, Jan Christiansen, valevni fyri Fólkaflokkin, Jákup av Skarði, valevni fyri Tjóðveldi og Heðin Mortensen, borgarstjóri, og valevni fyri Javnaðarflokkin.