Bussur misti hjólið

»Man skal halda upp á tað, man hevur«, men tað gjørdi hesin bussurin ikki, tá hann fyri løtu síðani misti vinstra bakhjól Júst at vera komin av verkstaði er eingin trygd fyri, at alt er í lagi. Tað er hesin býbussurin í Havn lýsandi prógv um.

Júst settur aftur í rutu eftir at hava verið á verkstað og skift dekk, hendi einki mætari, enn at vinstra bakhjól knappliga yvirhála?i bussin.

Fyri bussførara og ferðafólk hendi einki annað enn, at tey gjørdust heldur kløkk, tá hjólið reyk avstað.

Eftirsum bussurin júst hevði verið og skift dekk er tað væl ikki heilt við síðuna av at gita, at hetta hjólið ikki hevur verið spent aftur heilt eftir forskriftunum.

Myndamaðurin í Miðlahúsinum, Jens Kristian Vang, kom júst framvið og tók mynd av bussi og hjóli.