Tað var eitt sindur rokaligt í býnum í nátt, og tað gav løgregluni nakað av arbeiði. Í einum føri fekk ein persónur bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, og tað tað skuldi gerast í einum øðrum føri gekk ikki eftir vild. Persónurin vildi ikki upplýsa, hvør hann var, og tá tað so kom til, at hann skuldi handakast, so vildi hann heldur ikki tað. Hann rann undan løgregluni, sum tó fekk fatur á houm. Í hesum rokanum, so sló maðurin eitt løgreglufólk.
Maðurin, sum er útlendingur, er nú í varðhaldi hjá løgregluni, og hann verður væntandi framstillaður í grundlógaravhoyring í dag.
Løgreglan er nú í ferð við at kanna ymiskt um mannin, eitt nú um hann yvirhøvur hevur loyvi at vera í landinum.











