Bussur og bilur endaðu í Seinen-ánni í Fraklandi

Óroyndi bussførarin koyrdi á ein parkeraðan persónbil, og bæði bussur og bilur endaðu úti í Seinen-ánni

Fyrrapartin í gjár endaðu ein bussur og ein persónbilur úti í Seinen-ánni í Fraklandi.

 

Hetta hendi í økinum, sum verður rópt Juvisy-sur-Orge.

 

Le Parisien skrivar, at bussførarin, sum var undir upplæring, var óheppin og tók eina skeiva avgerð, tá óhappið hendi.

 

Bussurin koyrdi á ein parkeraðan persónbil, og bæði bussur og bilur endaðu úti í Seinen-ánni.

 

Eingin var í parkeraða bilinum.

 

Øll tey fýra fólkini, sum vóru í bussinum, vórðu bjargað av fólki, sum komu á staðið, skrivar Le Parisien.