Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Mynd: Álvur Haraldsen

Halda 1. mai í Vágsbotni í morgin

Í morgin er altjóða arbeiðaradagur, og sum siður er, skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai haldið í Vágsbotni

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Mynd: Álvur Haraldsen

– 1. maidagshaldið verður í Vágsbotni í morgin klokkan 13. Vit marsjera frá Havnar Arbeiðarafelag klokkan 12:50, og tað verður við Havnar Hornorkestri á odda, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, tá vit ringja til hansara at fregnast um 1. mai haldið.

Seinastu árini hevur haldið verið á trappuni í Vágsbotni, og tað riggar avbera væl, og nógt betri enn uppi á Vaglinum, heldur Heri Reynheim.

Røðarar í ár vera:

 

  • Poul Kjartan Matras, verkamaður
  • Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn
  • Elin Kamilla Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag

 

Av tí at hornorkesturstevna er, verður Havnar Hornorkestur bara við til byrjanin av tiltakinum. Í staðin fer Eyðun Nolsøe at syngja og spæla undir.

Eftir haldið í Vágsbotni verður kaffi á ábit at fáa í Perluni.

 

 

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Mynd: Álvur Haraldsen