»Bygdardreingir« á pall í Fuglafirði

Hópin av egnum løgum verða at hoyra, tá teir tríggir fuglfirðingarnir Jógvan Joensen, Jóhan Johannesen og Bárður á Lakjuni fara á pall í Mentanarhúsinum í kvøld Við sær á pallin hava teir tríggir eina røð av royndum tónleikarum.

Fyrstur á pallin er Jógvan Joensen. Afturat sær hevur hann Martin Rúna á trummum, Jan á Líðarenda, leadgittar, Hans Kristian, bass og Erlu Hansen, ið leggur rødd til nýggju løgini hjá Jógvani, sum sjálvur spælir gittar og klaver.

Næstur honum á pallin er Jóhan Johannesen, sum fer at syngja løg, hann hevir smíðað síðstu árini. Við á pallinum verða eisini Jógvan Joensen á trummu, Bárður Poulsen á kontrabass, Angelika Nielsen á violin, Jóhan Hentze á trompet, Andras Olsen á trombone og Eyðun á Lakjuni, klaver.

Til seinast verður tað Bárður á Lakjuni, ið fer á pall saman við Eiler Hansen, gittar, Jógvan Símuni Sevdal, trummur/percussion, Jan Nónklett, keybord, harmoniku o.a., David Simonsen bass. Sjálvur syngur Bárður á Lakjuni og spælir gittar og ymisk onnur ljóðføri.

Konsertin verður í kvøld klokkan 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði