Tað, sum skal gerast í bygdunum, má fáast frá hondini fyrst, áðrenn farið verður at tosa um kommunusamanlegging, sigur Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági.
Hann grundar støðu sína á, at verður fyrst lagt saman, kann tað skjótt enda við óneyðugum tvídrátti í einum stórum kommunustýri um, hvar pengar til hetta ella hatta skulu brúkast.
?Lat okkum heldur fáa frá hondini tað, sum neyðugt er at byggja út og gera liðugt í teimum einstøku bygdunum, áðrenn vit fara at tosa um samanlegging, sigur Jóan Pauli Frederiksen.
Hann heldur tað vea skilabetri við breiðum samstarvi millum kommunur enn við beinleiðis samanlegging.
?Tað er keðiligt at blanda smátingini saman. Vit eiga heldur at halda okkum til at samstarva um tey stóru málini so sum ellisheim og skúla, sigur Joan Pauli Frederiksen. At fara at sita í einum stórum kommunustýri og skula gera av, hvar pengar til nakar metrar av kloakk ella vegi skulu brúkast, kann skjótt føra til óneyðugt kegl. Tí er betri at fáa alt tað avgreitt, áðrenn vit fara at tosa um at gera alla oynna til eina kommunu.
Um Felagskommununa sigur Jóan Pauli Frederiksen, at hon kann útbyggjast og brúkast sum ein stovnur, ið til dømis kann umsita barnaverndarmál og eldraøkið, sum skjótt fara at verða løgd út til kommunurnar.
Felagskommunan hevur ongar politiskar heimildir sum so, men er ein umsitingarstovnur. Endaligu avgerðirnar verða og fara framhaldandi at verða tiknar í teimum ymsum bygdarráðunum, sigur hann.
Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági hevði metval týsdagin. Hann fekk 114 persónligar atkvøður, og tað hevur eingin fingið á kommunuvali í Miðvági fyrr.
Hann sigur, at enn hevur hann ikki tikið stig til at kalla nývalda bygdarráðið saman. Tað væntar hann, at hann fer at gera ein av fyrstu døgunum.
Jóan Pauli Frederiksen sigur, at hann heldur tað vera frægast, at listarnir arbeiða saman og býta nevndarsessir millum sín heldur enn at gera samgongur.
Um orsøkina til tær nógvu persónligu atkvøðurnar sigur Jóan Pauli Frederiksen, at hann metir tað vera arbeiðið, sum gjørt er i Miðvági seinasta valskeiðið, sum nú sæst aftur.
Og tí, sum gjørt er, hava tey sjálv staðið fyri uttan at hava keypt serfrøðingarhjálp uttaneftir, vísir hann á. Soleiðis hevur kommunan spart nógvar pengar, og tað løna veljararnir nú aftur.
Men hóast nógv er gjørt, er kortini nógv eftir. Fleiri vegir frá áttatíárunum liggja enn hálvlidnir og mangla asfaltering, kantar og tílíkt. Og bygdarskúlin er ikki nóg væl fyri. Hølisviðurskiftini eru ikki nøktandi, og tað verður tað nú gjørt nakað við.
Tá skúlin í síni tíð varð bygdur, var pláss gjørt til ein svimjihyl. Kommunan fer nú undir at leggja dekk í svimjihøllina og gera skúlastovur. Eina vanliga skúlastovu og so nakrar serstovur, soleiðis sum skúlalógin fyriskrivar, greiðir Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, frá.