Sum eg áður havi skrivað, so er míni hjartamál umstøðurnar hjá okkara eldru borgarum og okkara børnum. Sum virkin innan eldraøkið og sum mamma til fimm børn er tað nú ikki so løgið, at hesir bólkar liggja mær nærmast. So verði eg vald, so ynski eg at brúka mína orku til at fáa betri kor til okkara eldru serliga á ellis- og røktarheimum og betri kor til okkara dagstovnaøkið. Men hetta skal tó heldur ikki forða fyri, at onnur tøk eisini verða tikin til frama fyri borgarar í Havnar kommunu.
Øll kenna vit mong eldri fólk, sum búgva einsmøll í sínum stóru húsum, nú børnini eru flogin. Talan kann vera um eldri hjún ella eldri støk, har lívsins umstøður nú eru nógv broyttar. Frá at hava verið eitt størri húski við børnum, so kemur ein dagur, har tey sita einsamøll, meðan húsini enn eru tey somu. Húsini, sum tey í yngri árum bygdu ella keyptu til eina stóra familju, eru nú vorðin alt ov stór. Viðlíkahaldið er vorðið ein stór avbjóðing, tí tey síggja seg ikki før fyri at røkja tey. Tá gerast húsini, sum áður var tann tryggi karmurin um familjuna, knappliga ein byrða.
Fyri mong er hetta ein fastløst støða, sum tey ikki síggja nakran møguleika at koma burturúr. Tey kunna sjálvandi selja húsini og fáa ein góðan prís fyri tey, soleiðis sum húsaprísirnir eru nú, men trupulleikin er tá, at skulu tey keypa sær eina íbúð í staðin, so kostar hon so nógv, at eingin króna liggur eftir av frívirðinum av gomlu húsinum. Og at binda seg til lán, tá pensjónsaldurin er náddur, er ikki hugaligt, og annað er, um fíggjarstovnarnir vilja játta slík lán.
Um somu tíð vita vit um nógvar ungar barnafamiljur, sum við ljós og lykt leita eftir egnaðum bústaði, og tá tey finna okkurt, so er prísurin næsta forðingin. So í roynd og veru hava vit her tveir bólkar, sum hava eina fastlæsta støðu, sum í báðum førum snýr seg um bústað. So er spurningurin, um býráðið kann, um ikki annað so lutvíst, loysa henda trupulleika fyri hesar báðar bólkar. Og tað meini eg, at býráðið kann.
Ein leigumarknaður við eldraíbúðum kundi veruliga verði eitt kærkomið tilboð fyri hesar okkara eldru borgarar, samstundis sum tað hevði frígivið hús til ungu barnafamiljurnar. Um tey eldru lætt kunnu selja stóru gomlu húsini og fáa eina góða eldravinarliga leiguíbúð í staðin, so er nógv vunnið fyri tey, og ungu barnafamiljurnar fáa um somu tíð betri møguleikar at finna egnaðan bústað.
Vit kunnu, um rætt verður borið at, gera hetta til eina vinn-vinn støðu fyri bæði okkara eldri borgarar og fyri ungu barnafamiljurnar. Men tað krevur so, at kommunan tekur stig til at fáa leiguíbúðir bygdar til tey eldru, og sum kunnu leigast fyri ein kostnað, sum teirra pensjón røkkur til. Hetta verður ein loysn, sum vil gagna bæði teimum eldru og teimum ungu barnafamiljunum.
Tórshavnar kommuna kann útvega grundøki og hevur fíggjarliga orku til at loysa hetta. Býráðið kann sjálvandi eisini bjóða pensjónsfeløgum og øðrum áhugaðum við í eina slíka verkætlan.
Her er bara spurningur um vilja.
Birita Baldvinsdóttir Iversen,
valevni á Lista C