- Býráðið kemur við ósannindum og undanførslum

- Sokallaðu viðmerkingarnar hjá Tvøroyrar Býráð í sambandi við at mín góði starvsfelagi Arnhold Jensen hevur sagt seg úr starvi, vóru onki annað enn ein roynd hjá býráðnum at vaska hendur og at seta Arnhold í ringt ljós, tí hann skuldi eitast at krevja sømdir hann ikki hevði rætt til.

Tað sigur Signar P. Dam, sum eisini er kommunulækni á Tvøroyri, í lesarabrævi á in.fo í dag.

Hann sigur, at málið um lønina hjá læknaskrivaranum er bert eitt av mongum málum, men at býráðið roynir at gera tað til høvuðsmálið.

- Høvuðsmálið er tann broyting, sum er hend í býráðnum frá vælvild og áhuga til líkasælu, negligering og drál, sigur Signar P. Dam.

Hann vísir á, at hann sjálvur og Arnold Jensen hava sent býráðnum fleiri brøv um eitt nú stuðul til skeið vegna skrivararnar og ventilatiónsanlegg, men fáa ongi ella ikki haldgóð svar aftur frá býráðnum.

- Samanumtikið so kann staðfestast at hend er ein hugburðsbroyting viðvíkjandi kommunulæknaøkinum síðan nýggja leiðslan í býráðnum tók við, sigur Signar P. Dam og endar soleiðis í lesarabrævi sínum:

- Var so hjartans fegin, tá Arnhold kom til okkara fyrst í útbúgving og síðan sum fastur lækni. Meg vardi ikki at hugburðurin hjá ovastu leiðslu í Tvøroyrar Býráð skuldi verða orsøkin til at henda gleðin fekk ein so bráðan enda.

Les alt lesarabrævið her