Tá Sigurd Hentze í Skopun byrjaði fyritøkuna Gólvfix í oktober í 2014, var hann einsamallur í eina tíð. Virksemið vaks so mikið skjótt, at hann eftir fáum mánaðum hevði ein mann aftrat sær. Sum tíðin leið, hevði hann tveir mans aftrat sær, soleiðis at teir vóru tríggir yvir eina longri tíð og nú - alt árið í ár - hava teir verið fýra, harav ein er lærlingur.
Sjálvur er Sigurd Hentze útbúgvin gólváleggjari, og soleiðis er hann eisini lærumeistari. Hann gjørdist útlærdur á gólvdeildini í Vøruhúsinum á Hjalla í 2006, men hevur annars starvast sum gólváleggjari í eini 19 ár tilsamans.
- Maðurin, sum eg havi í læru, hevur starvast hjá mær næstan síðan byrjan, og hann hevur nú lært í umleið hálvt annað ár. Eftirhondini hava vit allir fýra drúgvar royndir sum gólváleggjarar, sigur eigarin av fyritøkuni.
Sigurd Hentze sigur, at Gólvfix hevur rættiliga nógv jørn í eldinum í løtuni, og soleiðis verður tað í minsta lagi alt hetta árið. Hann vísir á, at tey stóru arbeiðini, sum Gólvfix í løtuni hevur at gera, er stívligar 4000 fermetrar av gólvi í nýggja partinum av Fuglafjarðar skúla.
- Her eru vit undirveitarar hjá byggifyritøkuni, MT Højgaard, og tað er linolium, sum skal leggjast. Vit eru byrjaðir at spartla í skúlanum, og seinni kemur so verulig gongd á sjálva áleggingina. Sambært ætlanini skal skúlin standa liðugur einaferð seinni í hesum árinum.
Hann sigur, at Gólvfix eisini er við í stóru byggiverkætlanini í Sunda kommunu, har nýggjur skúli og ítróttarhøll verða bygd á Oyrarbakka. Tað er byggimeistarin, Jóan Petur Vang, sum stendur fyri hesi verkætlan.
- Á Oyrarbakka leggja vit linolium á umleið 1300 fermetrar og vinyl á umleið 400 fermetrar. Aftrat hesum koma so mottur, teppir og gummilistar, sum vit eisini taka okkum av. Sambært fyriliggjandi ætlan skal arbeiðið verða liðugt síðst í juli.
Nýggja politistøðin í Havn er eitt annað rímiliga stórt arbeiði, sum Gólvfix skal gera, og her er fyribils talan um einar 2000 fermetrar við linolium. Hetta arbeiði skal eisini verða liðugt einaferð seint í heyst.
Av øðrum stórum verkætlanum, sum Gólvfix er partur av, eru tær 18 íbúðirnar, sum byggifyritøkan KBH byggir fyri bústaðir á Toftum, og her skal fyritøkan hjá Sigurdi Hentze leggja vinyl á baðirúm og wc. - Eg haldi, at útlitini fram eftir eru góð, og vit hava í øllum førum ríkiligt at takast vit í 2020 og væl og virðiliga tað, sigur Sigurd Hentze.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er stórt serblað um byggivinnu.