C-vitaminir gjørdust afføringspillarar

    

Jón Ellendersen
??????????????

Tað nyttar lítið, at John Johannesen slær fast, at hansara vallyfti standa við, tí hann er partur av tí samgongu, sum eigur ábyrgdina av, at Musikkskúlin nú verður skerdur niður á øklarnar.
Tað nyttar lítið, at valevnini uppundir valið kappaðust um at leggja doyðin á, at nú skuldi mentanin hava betri kor, tí leiðin henda samgonga hevur lagt er, at eingi vallyfti halda serliga leingi.
Tað nyttar lítið, at valevni aftaná valevni stóð og reypaði av okkara tónlistafólki, bæði Eivør, Teitur og øðrum tá korini at virka undir gerast so vánalig, at tey, ið vilja nakað seriøst innan tónleikin, noyðast at leita til Danmarkar, Noregis, Íslands og onnur lond, skal lív vera teimum lagað.
Ongantíð øll míni 51 ár havi eg upplivað eitt landsstýri, sum er so fólkafíggindaligt, so samfelagslíkasælt og so visiónleyst sum júst hetta landsstýrið.
Duga tit ikki at síggja, at tað er stór, stór, ja, megastór skomm at geva Musikkskúlanum eina tílíka viðferð, og hetta júst aftaná, at eitt hitt stórsta tónleikabragdið í Føroyum nakrantíð, "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" hevur rent alt og øll um koll - ikki minst tey, sum hava sín uppruna í júst Musikkskúlanum.
Jú, hetta var landsstýrið, sum skuldi geva listini C-vitaminir, men tað einasta tað hevur megnað, er at geva teimum afføringspillarar í ólukkumát.
Men, er tað at undrast á? Hyggja vit at teimum monnum, sum manna landsstýrið, so skínur greitt ígjøgnum, at teir yvirhøvur ikki eru egnaðir at sita í einum landsstýri.
Jógvan við Keldu var um at taka lívið av ítróttini.
Hans Pauli Strøm var um at taka lívið av Peturi og øðrum veikum í samfelagnum.
Jógvan á Lakjuni hevur ikki verið serliga heppin við sínum leikluti í Landsskjalasavninum, og soleiðis eg skilji støðuna, verður hetta neyvan tann seinasta orrustan.
Bárur, hann dugi eg ikki at meta um, tí eg skilji ikki eitt vet av tí, maðurin ætlar, tosar um ella hugsar. Men, hann er um at taka lívið av Musikkskúlanum.
Jóannes Ejdesgaard er bara soooo keðiligur og ó-løgmansligur, og liggur fram eftir rommum fyri dønum, meiri enn nakar sambandsløgmaður nakrantíð hevur gjørt.
Bjarni Djuurholm er um at gera enda á suðuroyarsiglingini, og óivað fer Smyril at enda í Miðvági ella inni á Skála.
Bjørn Kalsø hevur als ongar visiónir fyri fiskivinnuna, og hvussu hart fiskivinnan rópar, hvussu hart hagtølini rópa og hvussu nógv ávaringartekin vísa, at fiskivinnan, øll sum hon er, er í stórari kreppu, so siglir Bjørn sína egnu leið sum ein hvít kalsøtufla á eini lítlari tjørn.
Men eitt, sum serkennir hetta landsstýrið, og fyri stóran part, løgtingið við er, at teir eru fullkomiliga líkasælir við, hvussu fólkið í landinum hevur tað, og Musikkskúlin er neyvan seinasta offrið á altarinum hjá hesum (áðrenn valið) so amitiøsa landsstýrinum, sum spýtur fólkið í andlitið við at jarðleggja alt stríð og arbeiði, sum undanfarna landsstýrið strýddist fyri at fáa opinleikan at virka í verki. Einki landsstýri hevur verið so afturlatið.
Taka tit lívið av Musikkskúlanum, so var frægari at tit fluttu út á Lítlu Dímum og ótu tykkara egnu afføringspillarar, tí Føroya fólk hevur ikki brúk fyri einum slíkum amatørkendum, óvirknum, initiativleysum og óvisionerum landsstýri við einum løgmanni á odda, sum eins væl kundi verið eftirlitsmaður í plantasjuni í Havn.