Cecilia Jacobsen á Pride: – Føroyar eru nóg stórar til at rúma okkum øllum

– Tá LGBT Føroyar spurdu meg, um eg vildi vera vertur OG halda røðuna í ár, valdi eg at siga ja, egoistiskt, sum ein liður í at lekja míni djúpu sár frá hesum landinum og fólkinum, sum býr her, segði Cecilia Jacobsen í ársins Pride-røðu, sum vit endurprenta her.

Í dag varð skipað fyri Faroe Pride í Havn, og tá var Cecilia Jacobsen vertur. Umframt at bjóða fólki vælkomnum, skapa góðan stemning og presentera tónleikarnar, helt hon eisini eina røðu. Vit hava fingið loyvi at endurprenta røðuna hjá henni her:

 

Eg plagi vanliga ikki at stríðast vidð at finna orð. Sum limur í LGBTQADHD samfelagnum, stríðist eg meir við at tiga.

 

Men tá eg byrjaði at fyrireika meg til dagin í dag, var eg knappliga í eini fremmandi støðu: Eg visti ikki, hvat eg skuldi siga. Tí mínar kenslur, sum eitt av queer IKONUNUM úr mínari generatión, eru sera kompleksar.

 

Tá tit ganga úr Gundadali oman hendan vegin, framvið Viðarlundini, eftir Hoydalsvegnum, og feira tær ymisku mátarnar, vit kunnu úttrykkja okkara kærleika, seksualitet, samleika, familjubygnað o.s.fr. Tá ganga tit eisini eftir vegnum, har eg fyri ikki so nógvum árum síðani næstan varð steinað av einum bólki av dreingjum, ímeðan fleiri bara hugdu at, og bert ein persónur, hevði samvitskuna til at forða hendingini.

 

Nærum á hvørjari gøtu í miðbýnum í Havn, havi eg fleiri traumatisk minnir frá teimum nógvu ræðuligu mátunum, sum eg varð mishandlað í fleiri ár, sum eitt sjónligt queer barn og ungur persónur í hesum landinum. Eg var – í langa tíð – ein av bert trimum queer persónum í míni generatión, shoutout til Mike og Asger. Vit búðu í ymiskum pørtum av landinum og upplivdu tað vit gjørdu, einsamøll. Her var einki “queer samfelag” í Føroyum.

 

Ei heldur LGBT Føroyar. Faktiskt var eg so langt framanfyri LGBT Föroyar, at fekk eg kynsskurðviðgerð sama ár, sum LGBT Føroyar varð stovnað í 2011. So tá tað varð stovnað, hugsaði eg eitt sindur “too little, too late”. Eg fari at flyta, so eg kann verða glað. Einki fer nakrantíð at broytast her allíkavæl.

 

So um tú hevði spurt meg fyri bara sindur yvir 10 árum síðani, um eg hevði verið her í dag, á hesum pallinum, í hesum landinum, hevði eg spurt “á hvørjum palli?”. Tí hann var ikki til. Og um hann so var, so hevði eg allarhelst svarað nei. Tí at vaksa upp sum queer í hesum landinum oyðilegði meg. Næstan. Og tað oyðilegði sjálvandi alla kenslu av at hoyra til, allar vónir um at vera partur av fjøldini, av samfelagnum, og at enda oyðilegðist eisini kærleikin eg hevði fyri hesum landinum. Tí eg elskaði Føroyar, einaferð.

 

##med2##

 

Leingi havi eg følt meg heimleysa. Ikki húsleysa, men heimleysa. Og eg eri troytt av hasari kensluni. So tá LGBT Føroyar spurdu meg, um eg vildi vera vertur OG halda røðuna í ár, valdi eg at siga ja, egoistiskt, sum ein liður í at lekja míni djúpu sár frá hesum landinum og fólkinum, sum býr her.

 

Men ein meira umráðandi orsøk er, at eg tók feil. Nógv ER faktiskt broytt. Føroyar eru nógv broyttar. Og eg eri her fyri vísa á, hvussu nógv er broytt. Og hvussu vónríka tað ger meg fyri framtíðina hjá queer føroyingum. Tí uppá bert sindur yvir 10 ár, eru vit farin frá at ikki hava LGBT Føroyar, til at hava eina Pride-skrúðgongu, har umleið 10% av fólkinum luttaka. Vit eru farin frá at royna at steina eina sum meg, til at seta hana á ein stóran pall og siga “vit síggja teg og vit stuðla tær.” Tað er ein kempi broyting.

 

Og til tey ungu queer fólkini í hesum landinum, sum eg veit enn stríðast, sum queer ungdómur altíð ger, føli eg tað sum mína ábyrgd at standa fram og siga, at tað veruliga verður betri. Ikki bara títt privatlív, tí tú verdður vaksin og kanst sleppa tær undan hesum landinum, men hetta landið, okkara lítla samfelag, tað verður betri. Og tað veit eg, tí tað er tað longu blivið. So nógv betri. Tí so ófullkomið sum tað er nú, var tað eksponentielt verri fyri 10 árum síðani. Og fyri 20 árum síðani var tað so galið, at eg helt, at tað var eingin staður í heiminum, har tað var gjørligt fyri ein sum meg at vera til, fyri ikki at snakka um at vera glað.

 

LES EISINI: Myndir: Festligt, vátt og savnandi til Faroe Pride

 

Eg veit, at vegurin enn er langur. Vit hava enn mál at røkka, politiskt. Løgfrøðiligt kynsskifti, t.d. Eg veit, at queer fólk enn ikki verða virðismett javnt við onnur. Men onkuntíð, kann tann miðvísa broytingin fjala, at egentliga er ein stór broyting longu hend. Og kanska eisini orsakað av broytingini, sum hevur gjørt tad gjørligt at tosa um okkara trupulleikar og verða lurtaði eftir ella ignoreraði, kann tað kennast sum um vit ongan veg eru komin. Men á ein undarligan hátt, fyri meg, signalerar sjálvt tað vón. Broyting. Framgongd. Tí so kemur onkur annar og sigur, at tað er ikki acceptabult, at man tosar ella fer soleiðis við queer persónum í Føroyum, og fyri ein barndómsbøssa er tað ein áminning um, hvussu øðrvísi heimurin er blivin, tá har eisini er stuðul, ikki bara mótstøda. Tí fyrr vóru boðini “jaaa.. men tú mást skilja, at tað er fremmant fyri tey..”. That’s it, egentliga.

 

Nú er stuðul yvirhøvur. Meir enn so. Og vit verða tikin í álvara. Og vit verða sædd - serliga av hvørjum øðrum. Og tað rørir meg. At vit ikki krógva okkum fyri hvørjum øðrum. Tað at har er eitt queer samfelag í Føroyum yvirhøvur. Tað rørir meg, um tit so eru glað, kedd, stríðast ella trívast, so rørir tað meg bara at síggja tykkum vera til. Her. Visible. Loud. And trying to be proud. Sjónlig fyri hvørjum øðrum. Tí eg var 21 ára gomul, áðrenn eg møtti einum øðrum persóni sum mær. Og tað var ikki í Føroyum. Og tað mesta av lívinum var eg ikki greið yvir, at onnur sum eg yvirhøvur vóru til.

 

So í dag mugu vit ikki gloyma at gleðast um framgongdina, hóast vit enn kempa. Og lat okkum ikki gloyma, at vit sum minnilutabólkur ikki standa einsamøll, berjast ikki einsamøll, ella líða einsamøll. So latið okkum heldur ikki vinna einsamøll.

 

Í Klaksvík herfyri, varð lítlasystir bestu vinkonu mína álopin. Steinað. Tí hon er ”øðrvísi”. Og hóast “øðrvísi” hjá henni er Downs syndrom heldur enn at vera queer, síggi eg meg sjálva í henni. Eg veit, hvussu tað er, tá fólk halda tey kunnu gera hvat tey vilja við teg, tí tú ert øðrvísi. Og eg gleðist um framstigini, sum eru, men tey skulu vera fyri ALLAR føroyingar.

 

So lat okkum gleðast, men lat okkum eisini halda áfram at berjast fyri okkum sjálvum og fyri hvørjum øðrum, so at tað er pláss fyri okkum ØLLUM her á hesum oyggjunum. Eg veit, at tær eru ikki stórar, men tær eru stórar nokk til at rúma okkum øllum, óansæð hvar vit eru frá, hvussu vit síggja út, hvat fyri bókstavir vit hava, hvat vit trúgva uppá, hvønn vit elska, ella hvørji vit eru.

 

– Cecilia Jacobsen, Faroe Pride 2024