Celtic knústi hjørtuni hjá Hearts

Celtic vann sjey sigrar á rað móti kappingarenda, og tað bar teir heim

Mynd: Ritzau Scanpix

Duopolið í bestu skotsku fótbóltsdeildini heldur fram. 

 

Ikki síðani 1985, tá Aberdeen FC við høvuðsvenjaranum, Alex Ferguson vann skotska meistaraheitið hevur annað lið enn Glasgow Rangers ella Celtic vunnið meistaraheitið. Í 1980 vitjaði Aberdeen FC í Føroyum, har teir spældu móti HB í Gundadali, og vunnu 5-1. Suni Jacobsen skoraði tó eitt minniligt mál fyri HB. 

 

Allar fjepparar í Skotlandi, og aðrastaðni við, uttan fjeppararnir hjá Celtic, og teirra vinum í Edinburgh, Hibernian - eisini eitt upprunaligt írskt/katólskt lið - vónaðu, at Heart of Midlothian - Hearts - úr Edinburgh fór at bróta 41 ára duopolið í seinasta leikumfarinum í skotsku Premier League.

 

Undan ársins dysti á Celtic Park leikvøllinum í Glasgow hevði útiliðið, Hearts 60 stig, og Celtic hevði 59 stig. Hearts skuldi sostatt "bara" fáa stig, so var fyrsta meistaraheitið hjá felagnum síðani 1960 heima.

 

Lawrence Shankland fekk Hearts á sigurskós tveir minuttir undan steðginum, men Arne Engels javnaði upp á brotsspark beint undan steðginum, og so vóru aftur nervar á. Leikararnir og fjeppararnir hjá Hearts vóru alt annað enn nøgdir við brotssparksdómin. 

 

Meistaraheitið var í hús hjá Hearts til 87 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá legði Daizen Maeda Celtic á odda 2-1, og tríggjar minuttir seinni økti Callum Osmand til 3-1, og knústi harvið hjørtuni hjá Hearts. Og duopolið hjá stórliðunum í Glasgow er varðveitt.

 

Celtic vann sjey av teimum seinastu dystunum, meðan Hearts snávaði nakrar ferðir, og tað gjørdist lítli munurin á stigatalvuni á seinasta leikdegnum. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 verður steypafinala á Hampden Park leikvøllinum, har Celtic møtir undirtippaða Dunfermline. So mugu vit síggja um tað undirtippaða liðið megnar sensasjónina hesaferð.

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix