Challenge Cup: Fleyr tapti eisini greitt á heimavølli

Fleyr tapti samanlagt 0-6 fyri Tchalou

Mynd: Fleyr

Fleyr spældi í kvøld seinna dystin í Challenge Cup móti belgiska liðnum, Tchalou í høllini á Hálsi í Havn.

 

Eins og í fyrra dystinum í Belgia tapti Fleyr greitt 0-3, og harvið samanlagt 0-6.

 

Settmunurin var 11-25, 13-25 og 11-25. 

 

Í farnu viku var settmunurin 25-8, 25-7 og 25-9. So tað gekk eitt vet frægari á heimavølli. 

 

 

 

 

 

Mynd: Fleyr