Champions League: GOG-Nantes beinleiðis á DR2

Í kvøld spæla Óli Mittún og liðfelagarnir fyrru áttandapartsfinaluna

Í kvøld verður fullsett í Svendborg Arena. Klokkan 19.45 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG fyrru áttandapartsfinaluna í Champions League móti franska liðnum, Nantes.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19.45 verður returdysturin leiktur í Palais des Sports de Beaulieu høllini í Nantes.

 

Nantes hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin millum GOG og Nantes beinleiðis á DR2. Sendingin byrjar klokkan 19.35.