Champions League: HB kann renna seg í sterka mótstøðu

Í dag klokkan 11 verður lutakastið til 1. umfar í Champions League

Í dag klokkan 11 verður lutakastið til 1. umfar í Champions League. HB er eitt av fýra feløgum, sum skulu spæla um at vinna seg víðari til 1. umfar.

 

HB skal í næstum til Albania, har liðið fyrst skal spæla móti Inter Club d'Escaldes úr Andorra, um HB vinnur skal liðið spæla móti vinnaranum av dystnum millum S.S. Folgore úr San Marino og FC Prishtina úr Kosovo.

 

Vinnur HB hesa kappingina, sum verður seinni í mánaðinum, so skal HB møta einum av Dinamo Zagreb (Kroatia), Ferencváros (Ungarn), Žalgiris Vilnius (Litava) og Flora Tallinn (Estland). Hetta verður avgjørt við lutakasti í dag.