Her er lutakastið til bólkarnar í Champions League

Füchse Berlin endaði í bólki saman við PSG

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF hevur seinnapartin drigið lut í Champions League hjá monnum.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin komu í bólk saman við PSG, men sluppu undan Barcelona, Magdeburg og Aalborg.

 

HER er lutakastið:

 

 

 

Bólkur A:

 

Orlen Wisla Plock

Veszprem HC

Paris Saint-Germain

Fredericia

Fücshe Berlin 

Sporting CP

Dinamo Bucuresti

HC Eurofarm Pelister

 

Bólkur B: 

 

Aalborg

SC Magdeburg

Barcelona

Industria Kielce

Pick Szeged

HBC Nantes

HC Zagreb

Kolstad

 

Bólkaspælið í teimum báðum bólkunum, har 14 umfør skulu avgreiðast byrjar 11. og 12. september. Seinasta umfarið í bólkaspælinum verður leikt 5. og 6. mars.