Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG hava vunnið seg viðari í Champions League kappingini.
Í Svendborg Arena leikti GOG í kvøld javnleik 28-28 móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pellister. Útiliðið javnaði til 28-28 við bert fimm sekundum eftir á klokkuni. Tað var eitt vónbrot fyri GOG, ið var á odda 15-11 í steðginum.
GOG er nummar fimm í bólki B við níggju stigum, og teir kunnu í ringasta føri enda á einum sætta plássi í bólkinum.
Óli var toppskjútti hjá GOG við sjey málum, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).
Komandi leygarkvøld klokkan 19 hevur GOG aftur heimadyst. Tá kemur Bjerringbro-Silkeborg á vitjan í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.











