Sjálvstýri var 97 atkvøður frá tingsessi seinast

Tríggjar ferðir hevur Sjálvstýrisflokkurin ikki vunnið upp um tinggáttina

Tinggáttin seinast var 1.037 atkvøður. Tað var hon, tí tað er 1/33 partur av samlaðu atkvøðunum á seinasta løgtings, sum vóru 34.208 í tali. Fyri at fáa umboð valt á ting skal flokkur hava í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum.

Burtursæð frá Verkamannafylkini, sum kom á ting í 1994 og hvarv aftur sum døgg fyri sól i 1998 – og frá Sjálvstýrinum á seinasta vali – so er tað ikki hent síðani 1945 at flokkur, sum hevur havt umboð á tingi, ikki hevur megnað at vunnið upp um tinggáttina. Tí á valunum í 1945 og í 1943 fekk Sjálvstýrisflokkurin ikki umboðan á tingi, sum hann annars hevði havt síðani 1906. 

Á valinum í 1943 fekk Sjálvstýrisflokkurin 10,4 prosent av atkvøðunum, og í 1945 fekk hann 9,4 prosent – uttan at fáa umboð valt á ting. So tá hevur tinggáttin verið munandi hægri, enn hon er í dag.

Í 1946 stillaði Sjálvstýrisflokkurin ikki upp til løgtingsvalið – men sjálvstýrismenn stillaðu upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Og tá bar til hjá Sjálvstýrinum, sum fekk tveir tingmenn valdar. 

Men tað gekk so út yvir Javnaðarflokkin, sum misti tveir av sínum seks tingmonnum.

Ein nýggjur flokkur – ella til dømis Sjálvstýri, sum ikki er umboðað á tingi í løtuni, skal hava 800 góðkendar undirskriftir fyri at kunna stilla upp. Freistin at lata tær er í morgin klokkan 18 – altso dagin eftir at løgtingsval er útskrivað.

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, sigur, at tey hava undirskriftirnar og eru klár at stilla upp til løgtingsvalið.

Og hann trýr uppá, at tað fer at bera til hjá flokkinum, sum seinast manglaði 97 atkvøður fyri at fáa umboð valt á ting.

 

Sámal Petur í Grund fekk tá flestar atkvøður, 264 atkvøður. 6 fleiri enn tingmaður floksins, Kristin Michelsen, sum á valinum í 2019 stillaði upp fyri Sjálvstýri. Hann var áður valdur á ting fyri Javnaðarflokkinum, men varð koyrdur úr flokkinum og slapp tí ikki at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í 2019.