Fótbóltsfjepparar kring heimin sótu og vónaðu, at Bayern München og Paris Saint Germain fóru at endurtaka málveitsluna frá fyrru hálvfinaluni á Parc Des Princes leikvøllinum í París, tá PSG vann 5-4 aftaná ein ógloymandi dyst.
Í kvøld gjørdist tað talan um javnleik 1-1 á Allianz Arena í München, har Harry Kane javnaði fyri heimaliðið beint undan dystarloki. 1-1 javnleikurin merkir, at PSG vinnur ein samlaðan 6-5 hálvfinalusigur.
Ousmane Dembélé hevði longu í triðja minutti lagt PSG á odda 1-0, og samanlagt 6-4. Leikararnir hjá Bayern hildu, at teir ikki fingu nakrar brotssparksdómar við sær, ið kundu havt vent dystin til teirra fyrimun, men dómarin stóð við sítt.
PSG møtir Arsenal í finaluni, ið verður leikt á Puskas-leikvøllinum í Budapest í Ungarn, leygardagin 30. mai klokkan 17. UEFA hevur valt at leggja dystin klokkan 17, so fleiri yngri fótbóltsfjepparar kunnu fáa høvið at síggja dystin, ið er størsti dysturin í Evropa í ár.
Arsenal vann ígjár 1-0 á Atletico Madrid á Emirates leikvøllinum í London, og harvið ein samlaðan 2-1 sigur.
Bayern München-Paris Saint Germain 1-1 (0-1) - 5-6 samanlagdur sigur til PSG.
0-1 Ousmane Dembele ('3 )
1-1 Harry Kane ('90 )











